Tíðindi

Kommunuskrivstovan flytur norður aftur á Oyrarbakka

23.03.2022

Vegna flyting er kommunuskrivstovan stongd hósdagin 24. mars og fríggjadagin 25. mars. Vit lata upp aftur í nýumvældu kommunuskrivstovuni á Oyararbakka mánadagin 28. mars.

Fyri góðum ári síðan varð farið undir at umvæla kommunuskrivstovuna á Oyrarbakka. Bygningurin var ótíðarhóskandi og í sera ringum standi, og harafturat høvdu umsitingin og barnaverndin tørv á meira plássi. Tí varð avgjørt at fara undir at høvuðsumvæla bygningin, og taka tann partin av húsinum, har Posta hevur hildið til, upp í kommunuskrivstovuna.

Sum so ofta, tá farið verður undir at umvæla gamlar bygningar, gjørdist arbeiðið meira umfatandi og nakað drúgvari enn ætlað. Afturfyri hava vit fingið ein fult dagførdan bygning, og eina tignarliga kommunuskrivstovu, har so at siga alt er gjørt av nýggjum. Tekjan, vindeygu og klædningur eru skift. Kvistur er bygdur niðaneftir, og innrætingin er broytt, fyri at fáa fleiri og betri arbeiðspláss. Veggir og loft eru skift so at øll bruna- og ljóðviðurskifti verða yvirhildin. Og eisini eru el- og rørleiðingar lagdar av nýggjum, og oljufýringin er skift út við jarðhita.

Meðan arbeiðið hevur verið í gongd, hevur kommunuskrivstovan húsast í fyribils hølum í Hósvíkar skúla, men nú er loksins klárt at flyta norður aftur á Oyrarbakka.

Í sambandi við flytingina, verður kommunuskrivstovan stongd hósdagin 24. mars og fríggjadagin 25. mars. Hevur tú átrokandi boð um vatn, kloak, jarðarferð ella líknandi í hesum tíðarskeiðnum kann ringjast til telefon:  29 72 22.  Eru onnur átrokandi boð til kommununa, ber til at ringja til telefon: 29 72 05.       

Barnaverndartænastan í VEKS svarar á tlf. 297200.

 

Seinastu tíðindi

09
okt
Skrivari til Barna­verndar­tænastuna í VEKS
06
okt
Koppseting ímóti beinkrím og Covid19
03
okt
Broyttar upplatingartíðir frá 6. oktober
03
okt
Dagføring: Vatnið í Tjørnuvík
03
okt
Dagføring av byggisamtyktarteksti­num
01
okt
Virkin oktober: 31 hugskot til at styrkja sálarligu heilsuna
30
sep
Kavagrevstur
26
sep
Burturbeining av leivdum frá fletting