Tíðindi

  • Jens Pauli G. Nolsøe, skúlastjóri, Lillian Jacobsen, tekniskur leiðari, Terji Johannesen, fráfarandi skúlavørður og Jógvan Kruse, borgarstjóri

Fráfaringarløta fyri Terja

01.06.2022

Seinnapartin í dag var fráfaringarløta fyri Terja Johannesen, sum takkar fyri seg, nú hann fer frá fyri aldur. Terji hevur síðan 2003 starvast sum skúlavørður í Skúlanum við Streymin.

Fráfaringarsamkoman var hildin á Torginum í skúlanum, har familja og starvsfelagar vóru komin saman.

Borgarstjórin, Jógvan Kruse, takkaði fyri trúgva tænastu og handaði Terja eina gávu og blómutyssi.

Leiðarin fyri tónlistaskúlan, Oddur Hentze og skúlastjórin, Jens Pauli G. Nolsøe, søgdu eisini nøkur orð. Eftir tað bjóðaði kommunan ein drekkamunn.

Terji byrjaði í starvinum sum skúlavørður í Skúlanum við Streymin (tá nevndur Felagsskúlin á Oyararbakka) í 2003. Hann hevur sostatt starvast í skúlanum í 19 ár, nú hann gevst fyri aldur.

Sunda kommuna takkar Terja fyri góða og drúgva tænastu og ynskir honum blíðan byr.

Fitt av fólki vóru møtt til fráfaringarløtuna fyri Terja, nú hann fer frá fyri aldur

Seinastu tíðindi

22
des
Lesa til próvtøku um jóltíðir?
19
des
Heiðran av sløkkiliðs­fólkum
17
des
Almennir býráðsfundir 2026
16
des
Prísurin fyri grund­stykkir lækkar
15
des
Kommunuskrivstovan fer í jólafrí
12
des
Fitt vitjan á kommunuskriv­stovuni
10
des
Stuðul til nýggjárshald
09
des
Býráðsfundur 15. desember 2025