Tíðindi

  • Yvirlit yvir tiltøkini, ið verða sett í verk fyri at skipa ferðafólkaferðsluna í Tjørnuvík betri. Millum annað hevur Landsverk sett ferðsluljós upp í Líðini, so tað slepst undan mótkoyrandi ferðslu á hesum bratta og smala strekki. Harafturat verður skipa fyri shuttlebussi millum Haldórsvík og Tjørnuvík, sum vitjandi kunnu nýta um ongin parkeringspláss eru tøk í Tjørnuvík, ella tey ikki hætta sær at koyra sjálvi.

Nýggj skipan fyri buss- og bilaferðslu í Tjørnuvík

30.06.2022

Tjørnuvík er ein av mest vitjaðu bygdunum í landinum og um summarið leita nógv fólk, føroyingar og útlendingar, til Tjørnuvíkar at njóta vakra umhvørvið. Til tess at tryggja, at nógva bilaferðslan á hásumri ikki er til ampa fyri bygdarfólkið og ikki er ein forðing fyri at neyðsendarakfør sleppa fram, er neyðugt at seta í verk tiltøk, ið skipa ferðsluviðurskiftini í bygdini betri.

Sunda kommuna, Visit Faroe Islands og Landsverk hava í eitt longri tíðarskeið umrøtt, hvat kann gerast fyri at gera liviumstøðurnar hjá borgarum og vitjandi í Tjørnuvík betri, og hava ymiskar loysnir verið umrøddar við m.a. borgarar í Tjørnuvík og aktørar innan ferðavinnuna. Somuleiðis er frágreiðing við ítøkiligum tilmælum til átøk framleidd og eru tað partar av hesum tilmælum, ið nú verða sett í verk.

Talan er um eina royndarskipan, ið verður sett í verk 6. juli og verður virkin summarið 2022. Átøkini verða síðani eftirmett, og tá verður avgerð tikin um, hvussu ferðafólkaferðslan eigur at skipast framyvir. Somuleiðis verða royndirnar frá hesi skipan brúktar til at meta um slík skipan kann setast í verk aðrastaðni í landinum.

Átøkini sum verða sett í verk í komandi viku eru hesi:

  • Landsverk setur ferðsluljós upp í Líðini oman móti Tjørnuvík, so ferðslan glíður betri og tað slepst undan mótkoyrandi ferðslu á hesum smala strekki.
  • Bygdin verður stongd fyri óviðkomandi ferðslu, og øll vitjandi skulu parkera uttanfyri bygdina, antin á parkeringplássinum beint við bygdina, ella á parkeringsøkinum norðanfyri Haldórsvík.
  • Sensorar eru lagdir í parkeringsplássini í Tjørnuvík og kunningarskelti verður sett upp í Haldórsvík, ið vísir, um tøk p-pláss eru í Tjørnuvík.

Í bygdini, norðanfyri brúnna í Tjørnuvík, verður bert íbúgvarkoyring loyvd. Vitjandi skulu parkera uttanfyri bygdina. Ongin parkeringpláss eru til bussar, tó er básur settur av til at bussar kunnu koyra oman at seta fólk av og heita tey aftur.

  • Stórt parkeringpláss er gjørt norðanfyri Haldórsvík og hiðani koyrir shuttle bussur til Tjørnuvíkar eftir eini sonevndari park and ride skipan. Shuttle bussurin koyrir hvønn dag, tríggjar ferðir um tíman í tíðarskeiðnum 10 – 17. Í royndartíðarskeiðnum, juli og august 2022, er shuttle bussurin ókeypis at brúka.
  • Bussar hava ikki loyvi at parkera í Tjørnuvík. Ferðafólkabussar kunnu tó koyra til Tjørnuvíkar, seta fólk av, og síðan koyra til parkeringsøkið norðanfyri Haldórsvík at bíða til fólkini skulu heintast aftur. Teir hava eisini møguleika at parkera í Haldórsvík og umskipa fólkini í shuttlebussin.
  • Tað er bannað húsvognum at koyra til Tjørnuvíkar. Húsvognar skulu tí parkera á parkeringplássinum norðanfyri Haldórsvík og fara víðari við shuttlebussinum.

Beint norðanfyri Haldórvík, er gjørt eitt parkeringspláss til bilar og bussar. Hiðani koyrir shuttle bussur til Tjørnuvíkar eftir eini sovnevndari park and ride skipan. Húsvognar hava ikki loyvi at koyra til Tjørnuvíkar, men skulu parkera á hesum parkeringsplássinum og fara víðari við shuttlebussinum

Mándagin 4. juli verða ferðsluljósini royndarkoyrd, og um alt gongur eftir ætlan verða hini átøkini sett í verk mikudag 6. juli.

Sunda kommuna ynskir at takka Visit Faroe Islands, Landsverki, Gunn Ráðgeving og Politinum fyri gott samstarv og virkishugin, ið gjørdi tað møguligt at fáa slíka skipan setta í verk við stuttum skotbrái. Somuleiðis takkar kommunan tjørnuvíkingum fyri jaligt og konstruktivt samskifti um møguleikarnar.

Seinastu tíðindi

24
apr
Býráðsfundur 29. apríl 2024
24
apr
Stongt flaggdagin
24
apr
Leiðari fyri frítíðarundirvísing­ina settur
23
apr
VÆLKOMIN Í 50 ÁRA FØÐINGARDAG
23
apr
Konsert í gjónni við Gjógv 28. apríl 2024
22
apr
Flaggdagshald í Hvalvík
19
apr
Avloysari til Dagstovnin við Stórheygg í Hósvík
09
apr
Stuðul til ítróttarfeløg, frítíðarvirksemi og áhugafeløg