Tíðindi
Undantaksloyvi givið til at taða í Tjørnuvík
20.11.2026
Sunda kommuna hevur hin 17. novembur 2026 latið Elmari Andreasen undantaksloyvi til at taða uttanfyri taðingartíðarskeiðið.
Loyvið fevnir um matrikkulin 107 í Tjørnuvík (festi Fyri Sunnan) í tíðarskeiðnum 23. novembur 2026 til 28. februar 2027. Undantakið er givið við teirri treyt, at allar avmarkingar í kunngerðini annars verða hildnar.