Sjálvgreiðsla

Tíðindi

Væleydnað paddelkvøld hjá ungdómshúsinum

18.11.2026

Mánakvøldið 16. november var ungdómshúsið í Havn og spældi paddel. Ungdómshúsið hevði leigað paddelhøllina og syrgt fyri bussi, sum koyrdi ungdómin aftur og fram.

Tað gjørdist eitt væleydnað og hugnaligt kvøld, har høvi var at royna eina nýggja ítróttargrein. 

 Tað var gott lag og nógvur látur, og øll fingu eina góða og stuttliga uppliving saman.

Við á túrinum vóru Jórunn, leiðari, og Miriam Bethuelsdóttir, nýggja starvsfólkið í ungdómshúsinum.