Tíðindi

Ferðavinnuætlan løgd fram fyri býráðnum

01.12.2022

Mánakvøldið 28. november varð ferðavinnuætlanin fyri Sunda kommunu løgd fram fyri býráðnum. Ætlanin varpar ljós á tíggju høvuðsøki, sum mælt verður til, at kommunan raðfestir komandi árini.

Sunda kommuna hevur seinastu árini upplivað ein stóran ferðafólkavøkstur. Saksun, Gjógv og Tjørnuvík eru millum best umtóktu ferðamálini í Føroyum, og draga at sær bæði útlendsk og føroysk vitjandi. Økta talið av útlendskum ferðafólki merkist og leggur stórt trýst á undirstøðukervið og setur krøv til nýggjar hentleikar. Tá flestu ferðafólkini leita sær til somu bygdirnar, er eisini vandi fyri at hesar verða ovbyrjaðar. Tí er umráðandi at skapa karmar, soleiðis at ferðavinnan kann mennast ábyrgdarfult og burðardygt við neyðugu fyrilitinum fyri fólki og náttúru.

Í tí sambandi gjørdi kommunan fyrr í ár avtalu við uttanhýsis ráðgeva, um at standa fyri arbeiðinum at gera eina ferðavinnuætlan fyri økið. Nýggja ferðavinnuætlanin byggir á ferðavinnupolitikkin hjá Sunda kommunu fyri 2018 - 2028 og fevnir um tíðarskeiðið 2022 – 2026. Kjarnin í ætlanini er eins og áður at tryggja góða javnvág millum búgvandi og vitjandi, og at ferðavinnan skal kasta av sær til lokalsamfelagið. 

Í tilgongdini at gera ferðavinnuætlanina hevur stórur dentur verið lagdur á, at hoyra allar viðkomandi partar, og fáa so breitt grundalag sum gjørligt at byggja ætlanina á. Umframt samrøður við útvaldar persónar, harímillum festarar, fólk, sum fáast við ferðavinnu, og onnur vinnurekandi, hava borgarnir havt høvi at skriva inn umvegis heimasíðuna hjá kommununi, og sagt sína hugsan um ferðavinnuna.

Í ferðavinnuætlanini, sum nú er løgd fyri býráðið, er ein røð av uppskotum um átøk, sum hava til endamáls at styrkja ferðavinnuna í økinum og tryggja, at borgarin trívist við ferðavinnuni. Størsti denturin er lagdur á bygdirnar, sum verða mest ávirkaðar av ferðafólkum, men allar bygdirnar verða viðgjørdar og nýggir møguleikar verða eyðmerktir.

Nøkur átøk eru einføld at seta í verk, og kunna muna her og nú. Onnur eru meira fíggjar- og orkukrevjandi og krevja langtíðarsamstarv við aðrar partar. Umframt tilmælið um ítøkilig átøk verður eisini mælt til, at kommunan viðger meira yvirskipaðar spurningar. Eitt nú, hvussu nógv ferðafólk bygdirnar tola í longdini, um mark skal setast fyri, hvussu nógvir bilar kunnu vera á vegunum ella í bygdunum í senn, hvussu stórir bussarnir kunnu vera, sum fara í tættbygdu bygdirnar o.s.fr.

Ferðavinnuætlanin fyri Sunda kommunu er at finna her 

Nú ferðavinnuætlanin er handað, skal hon viðgerast í viðkomandi nevndum og síðani í býráðnum, ið avgerð hvørji átøk skulu fremjast, nær og hvussu nógvur peningur skal játtast til átøkini.

Seinastu tíðindi

20
jan
Alment útboð av kampingøki­num við Gjógv
19
jan
Vilt tú verða partur av sløkkilið­num?
07
feb
Bussleiðin koyrir ikki í dag
06
feb
Minnist til at tryggja leysar lutir
02
feb
ENDUR­LÝSING - Søkt verður eftir 3 heilsurøktarum til Heimatænatuna í VEKS, at seta skjótast tilber
30
jan
Fráboðan um fund í Náttúrufriðingar­nevnd­ini
27
jan
Býráðsfundur 30. januar 2023
19
jan
Arbeiðið við kirkju­garðin í Hósvík