Tíðindi
Arbeiðið við kirkjugarðin í Hósvík
19.01.2023
Sunda kommuna skal boða frá, at arbeiði við at víðka kirkjugarðin í Hósvík gongur eftir ætlan
Frá mánadegnum 23.01.2023 verður partur av parkeringsøkunum við kirkjuna hegna inni til arbeiðspláss. Talan er um parkeringsplássini frá kirkjuni og suður til gøtuna oman til busssteðgiplássið.
Plássið verður hegnað inni til arbeiðið verður liðugt í heyst.