Tíðindi

Alment útboð av kampingøkinum við Gjógv

20.01.2023

Sunda kommuna bjóðar við hesum raksturin av kampingøkinum við Gjógv út alment. Talan er um leigusáttmála hesum viðvíkjandi.

Økið við Gjógv er áleið 3.500 fermetur. Á økinum stendur eitt felagshús á 40 fermetrar bygt í 2013. Í bygninginum eru vesirúm við brúsum, køkur, rottangarúm og eitt amboðs/tøknirúm. Bygningurin verður upphitaður við oljufýring. Økið er vælegnað til summarkamping og minni egnað til vetrarkamping. Sum økið hevur verið skipað, eru 4 teltpláss og pláss fyri 23 vognum.

Sáttmálaskeiðið byrjar 1. mai 2023. Sáttmálaskeiðið er 3 ár við møguleika at leingja upp til 2 ár, um báðir partar eru samdir um hetta.

Leigarin fær allar inntøkurnar og tekur sær av øllum rakstri av kampingøkinum, íroknað bílegging, inn- og útskriving, vasking av hølunum og annars alt samskifti við brúkararnar. Leigarin rindar leigugjald og allar rakstrarútreiðslur íroknað el og olju. Undantikið er trygging av bygningum, sum kommunan rindar.

Meir kunning og tilfar fæst við at senda teldupost til sunda@sunda.fo.

Tilboðini skulu vera inni í seinasta lagi mikudagin 15.02.2023 kl. 12.00.

Sunda kommuna tilskilar sær rætt at velja frítt millum innkomnu tilboðini ella ikki at taka av nøkrum tilboðið.

 

Seinastu tíðindi

19
des
Heiðran av sløkkiliðs­fólkum
17
des
Almennir býráðsfundir 2026
16
des
Prísurin fyri grund­stykkir lækkar
15
des
Kommunuskrivstovan fer í jólafrí
12
des
Fitt vitjan á kommunuskriv­stovuni
10
des
Stuðul til nýggjárshald
09
des
Býráðsfundur 15. desember 2025
02
des
Almenn áheitan á Landsverk