Tíðindi

Fráboðan um fund í Náttúrufriðingarnevndini

06.03.2023

Við hesum verður boða til ástaðarfund í nevndini mikudagin 15. mars 2023 kl. 09.30

Møtt verður niðanfyri á Rættarvegi við Toftatún í Hósvík

Til viðgerðar
: Umsókn frá stigtakarum um loyvi at seta ljós upp fram við nýggju gøtuni eystanfyri
Toftá á matr. nr. 2a í Hósvíkar bygd.

Eigarar, brúkarar ella onnur, ið hava rættindi, kunna møta á staðnum og kunna tey, ið møta á fundi, fáa høvi til at bera síni sjónarmið fram munnliga ella við skrivliga at lata tey inn.

Tey, ið hava fingið fundarboð, og ikki ynskja at koma til fundar, eiga rætt til skrivliga at senda nevndini umrøðu av málinum, sambært § 13 stk. 5 í náttúrufriðingarlógini (løgtingslóg nr. 48 frá 9. juli 1970 um náttúrufriðing). Umrøðan má í seinasta lagi verða sýslumanninum í hendi fundardagin.


Kristjan Martin Joensen,
sýslumaður

Seinastu tíðindi

12
jan
Sunleif aftur á umhvørvisplássinum
07
jan
Ein vinarlig áheitan á bileigarar
06
jan
Bárður Davidsen 10 ára starvsdag
05
jan
Tøk grundøkir alment til sølu
19
des
Heiðran av sløkkiliðs­fólkum
17
des
Almennir býráðsfundir 2026
07
jan
Bussleiðin avlýst
05
jan
Prísurin fyri grund­stykkir lækkar