Tíðindi

Kunngerð um broyting av byggisamtykt fyri Sunda kommunu

26.04.2023

Við heimild í løgtingslóg nr. 13 frá 21. mai 1954 um býarskipanir og byggisamtyktir, sum seinast er
broytt við løgtingslóg nr. 19 frá 18. mars 2013, verður við hesum boðað frá, at Sunda kommuna á
býráðsfundi tann 27.03.2023 hevur samtykt at gera niðanfyristandandi broytingar í býarplaninum
fyri Sunda kommunu.

Ætlanin er at fremja yvirskipaðar broytingar fyri býarplanin fyri Sunda kommunu. Broytingarnar fevna um allar bygdirnar í kommununi og kunnu síggjast her:

- Gjógv

- Norðskáli

- Nesvík

- Oyrarbakki

- Oyri

- Tjørnuvík

- Haldórsvík

- Langasandur

- Saksun

- Streymnes

- Hvalvík

- Hósvík

- Við Áir

Matriklarnir, sum eru fevndir av broytingunum, kunnu síggjast her. 

Broytingarnar liggja frammi til alment eftirlit á kommunuskrivstovuni í vanligari avgreiðslutíð
frá 26. apríl 2023 til 7. juni 2023, báðir dagarnir íroknaðir.

Møgulig mótmæli og/ella broytingaruppskot, skulu latast skrivliga til kommununa í seinasta lagi 7. juni 2023.

Oyrarbakki tann 26. apríl 2023
Sunda kommuna

Seinastu tíðindi

05
mai
Dagstovnaleiðari til Sunda kommunu
02
mai
Kunngerð um broyting av byggisamtykt fyri Sunda kommunu
01
mai
Fráboðan og áminning um hegnskyldu
13
apr
Kunngerð um broyting av byggisamtykt fyri Sunda kommunu
13
apr
Kunngerð um broyting av byggisamtykt fyri Sunda kommunu
05
mai
Borgarafundur í Saksun
05
mai
Ástaðarfundur um ferðslu­viðurskiftir á Mýrivegi, Norðskála
02
mai
Føðingardagur og starvsdagar við Stórheygg