Tíðindi

Stuðul til ítróttarfeløg, frítíðarvirksemi og áhugafeløg

27.04.2023

Freistin at søkja stuðul til virksemi hjá ítróttarfeløgum, áhugafeløgum, bygda- og avhaldsfeløgum er 1. mai 2023

Stuðulspolitikkurin hjá Sunda kommunu er dagførdur og samtyktur av býráðnum 28.03.2022

Sambært stuðulspolitikkinum hjá Sunda kommunu verður árligi stuðulin til ítróttar-, frítíðar-, áhuga-, bygda- og avhaldsfeløg latin eftir hesum leisti:

Stuðul til ítróttar-, frítíðar- og áhugafeløg

§ 5. Ítróttar-, frítíðar- og áhugafeløg í Sunda kommunu kunnu søkja um árligan stuðul.

§ 6. Umsóknin skal viðgerast av Trivnaðarnevndini fyrstu ferð søkt verður. Um umsøkjari ikki hevur søkt um stuðul í trý fylgjandi ár skal komandi umsókn viðgerast av nýggjum í Trivnaðarnevndini.

§ 7. Stuðulin verður ásettur árliga í sambandi við fíggjarætlanina hjá Sunda kommunu.

§ 8. Til tess at verða heimilað stuðli, skal umsøkjarin lúka hesar treytir:

  • Skal vera heimahoyrandi í kommununi.
  • Skal hava limalista og krevja inn limagjald.
  • Avrit av gerðabókini frá aðalfundinum skal fylgja við. Gerðabókin skal prógva, at grannskoðaður roknskapur er lagdur fram á fundinum. Harafturat skal kommunan kunna biðja um avrit av roknskapinum, um ivamál stinga seg upp um eitthvørt.
  • Kommunan kann krevja at fáa váttan fyri tal av limum, og hvussu nógv limagjald er goldið.

§ 9. Stuðulin kann hækkast til feløg, sum hava miðvíst ungdómsarbeiði, tað vil siga regluligt og skipað tilboð til børn og ung, við vegleiðing og upplæring frá venjara/leiðara.

§ 10. Ítróttarfeløg skulu sum meginregla luttaka í landskappingum, um slíkar verða hildnar.

Bygda- og avhaldsfeløg

§ 12. Bygda- og avhaldsfeløg í Sunda kommunu kunnu søkja um árligan stuðul.

§ 13. Umsóknin skal viðgerast av Trivnaðarnevndini fyrstu ferð søkt verður. Um umsøkjarin ikki hevur søkt um stuðul í trý fylgandi ár skal komandi umsókn viðgerast av nýggjum í Trivnaðarnevndini.

§ 14. Eyka stuðul verður ikki latin til viðlíkahald og íløgur, sum feløgini gera í bygningar.

Freistin at søkja um stuðul

Umsóknir um árligan stuðul til virksemi hjá ítróttarfeløgum, áhugafeløgum, bygda- og avhaldsfeløgum skulu framyvir vera kommununi í hendi innan 1. mai.

Allar umsóknir um stuðul skulu latast kommununi skrivliga.

Dagførdur stuðulspolitikkur

Á býráðsfundi tann 28. mars 2022 varð nýggjur stuðulspolitikkur fyri Sunda kommunu samtyktur.

Stuðulspolitikkurin er eitt amboð til viðgerð av stuðulsumsóknum til Sunda kommunu og sum reglugerð hjá umsitingini at avgreiða stuðulsumsóknir.

Endamálið við stuðulspolitikkinum er:

  • at lýsa hvønn stuðul kann verða latin til;
  • at greiða frá, hvussu stuðlað verður;
  • at greiða frá, hvør tekur avgerð um stuðul.

Galdandi stuðulspolitikkur kann lesast her

Seinastu tíðindi

26
mar
Heintan av ruski í Saksun og Gjógv
25
mar
Fysioterapeut til VEKS
25
mar
Framsýning hjá frítíðarundirvísing­ini í Skúlanum við Streymin skírisdag
24
mar
Stongt vegna páskafrí 25. mars - 2. apríl 2024
22
mar
Framlýsing av seyði
22
mar
Vinnuparkering
21
mar
Alment útboð at gera nýggja brúgv um Stórá
20
mar
Eldradagur verður leygar­dagin 20. apríl