Tíðindi

Námsfrøðingar til dagstovnin við Stórheygg í Hósvík

11.05.2023

Søkt verður eftir 2 námsfrøðingum, at byrja 7. august 2023, ella eftir nærri avtalu

Vilt tú hava ávirkan á gerandisdagin á tínum arbeiðsplássi og arbeiða saman við okkara fantastiska starvsfólkahópi? So er møguleikin her!

Møguleiki er fyri fulltíðarstarvi ella starvi við niðursettari arbeiðstíð. Góðir møguleikar eru at fyrireika og eftirmeta námsfrøðilig tiltøk í gerandisdegnum.

Námsfrøðingar sum fáa prógv á summri 2023, eru eisini vælkomnir at søkja.

Um námsfrøðingur ikki verður settur, kann hjálparfólk vera sett í starv.

Um okkum

Vit eru ein stovnur, ið hevur pláss fyri 58 børnum, sum trívast og mennast saman við fakliga dugnaligum starvsfólkum. Í húsinum er í løtuni ein vøggustova, tvær barnagarðsstovur og frítíðarskúli 1 til 3 flokk, sum húsast í øðrum húsið við tilknýti til stovnin.

Í dagliga arbeiðinum er tað umráðandi fyri okkum, at stovnurin er eitt mennandi stað hjá bæði børnum og vaksnum og at vit øll trívast saman.


Vit bjóða tær: eitt fjølbroytt starv har pláss er fyri villum og stillum, har tú hvønn dag hevur møguleika at seta tín dám á arbeiðið. Í Hósvík eru nógvir og góðir møguleikar at vera úti. Her er sandur, hagi, bygdin, áir, seyður og onnur djór. Stovnurin hevur góðar møguleikar til handaligt virksemi inni á stovninum og úti í garðinum.


Vit ynskja, at tú:

  • Hevur hug at skapa ein fjølbroyttan, mennandi og tryggan gerandisdag við virðing fyri tí einstaka barninum og foreldrunum
  • Hevur hug og evni at menna námsfrøðiliga arbeiðið
  • Tekur ábyrgd, kanst taka avgerðir og arbeiða sjálvstøðugt
  • Hevur góð samstarvsevni og megnar eitt gott samskifti við børn, foreldur og starvsfelagar
  • Sært møguleikar í náttúruni og gera brúk av teimum í arbeiðinum

 

Setanarviðurskifti

Størvini verða sett sambært sáttmála við Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya.

Sambart §2 í barnaváttanarlógini hevur Sunda Kommuna skyldu at fáa barnaváttan til vega, áðrenn umsøkjari verður settur í starv.

Umsókn

Umsóknir við avriti av prógvi og møguligum viðmælum, skulu sendast til: storheygg@sunda.fo áðrenn hósdagin 25. mai 2023

Spurningar

Hevur tú spurningar um størvini, kanst tú venda tær til Jónu Guttesen stovnsleiðara, á telefon 297255 ella á storheygg@sunda.fo eisini eru tit vælkomin at vitja heimasíðu okkara her

Seinastu tíðindi

24
apr
Býráðsfundur 29. apríl 2024
24
apr
Stongt flaggdagin
24
apr
Leiðari fyri frítíðarundirvísing­ina settur
23
apr
VÆLKOMIN Í 50 ÁRA FØÐINGARDAG
23
apr
Konsert í gjónni við Gjógv 28. apríl 2024
22
apr
Flaggdagshald í Hvalvík
19
apr
Avloysari til Dagstovnin við Stórheygg í Hósvík
09
apr
Stuðul til ítróttarfeløg, frítíðarvirksemi og áhugafeløg