Tíðindi

Námsfrøðingur til Dagstovnin við Kráir

22.05.2023

Søkt verður eftir námsfrøðingi at byrja 7. august 2023, ella eftir nærri avtalu.

Í dagliga arbeiðinum leggja vit m. a. dent á:

  • at børn og starvsfólk trívast, og fáa avbjóðingar í gerandisdegnum.
  • at hava gott samstarv við foreldur og starvsfólk
  •  at skapa álit og tryggleika, bæði fyri foreldur og børn.
  • at virða tað einstaka barnið.
  • at ferðast nógv í náttúruni.

 

Vit ynskja at tú:

  • ert álítandi og hevur góð samstarvsevni.
  • hevur hug og áræði at skapa ein fjølbroyttan og tryggan gerandisdag. 
  • undir ábyrgd av leiðslu og í samstarvi við starvsfólkið, vilt verða við til at mynda og menna námsfrøðiliga umhvørvið við Kráir.

 

Lønar- og setanartreytir

Starvið verður lønt sambært avtalu millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið.

 

Sambært barnaváttanarlógini §4, skal barnaváttan fyriliggja, áðrenn umsøkjari verður settur.

 

Umsóknir

Umsóknir við avriti av prógvi og møguligum viðmælum, skulu sendast til:

 

Dagstovnurin við Kráir

Hvalvíksvegur 74

430 Hvalvík

 

ella

krair@sunda.fo

 

Umsóknarfreistin er mánadagin 12. juni 2023.

Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til Unn Eldevig Petersen, stovnsleiðara á telefon 297235. Ella á heimasíðuna her

Seinastu tíðindi

13
jun
Almenn fráfaringarløta
11
jun
Alment ves á handilsøkið
11
jun
Vatninntakið í Hósvík tikið í nýtslu
10
jun
Fráboðan um fund í Náttúrufriðingar­nevnd­ini
26
mai
Tørvar tær graslíki?
20
mai
Ung í arbeiði 2025
02
mai
Kunngerð um broyting av byggisamtykt fyri Sunda kommunu
01
mai
Fráboðan og áminning um hegnskyldu