Tíðindi

Ársroknskapurin fyri 2022 samtyktur

02.06.2023

Mánakvøldið 30. mai samtykti býráðið í Sunda kommunu ársroknskapin fyri 2022 á almennum býráðsfundi, ið var hildin í býráðssalinum á Oyrarbakka.

Samlaðu inntøkurnar í 2022 vóru 102,6 mió. kr. Hetta var 9,4 mió. kr. ella 10,1% hægri enn mett var í fíggjarætlanini fyri 2022. Samanborið við undanfarna roknskaparár var talan um ein vøkstur á 4,9 mió. kr. ella 5,3%. Inntøkuvøksturin stavar frá einum vøkstri á øllum inntøkupostum – bæði í mun til seinasta ársroknskap og fíggjarætlan.

Rakstrarútreiðslurnar í 2022 vóru 79,9 mió. kr. Samanborið við fíggjarætlanina fyri 2022 var hetta 3,6 mió. kr. ella 4,3 % lægri. Um sammett verður við ársroknskapin fyri 2021 vaks raksturin við 8,6 mió. kr. ella 12,1%.

Í 2022 gjørdi Sunda kommuna íløgur fyri 16,6 mió kr. Løgukarmurin á fíggjarætlanini fyri 2022 var 25,4 mió. kr. Størsti parturin av íløgunum vóru til at fyrireika útstykkingar. Harafturat vóru íløgur í millum annað kirkjugarðar, hølið við Margáir og kommunalar bygningar.

Ársroknskapurin vísur eitt rakstaravlop á 22,9 mió. kr. Á fíggjarætlanini fyri 2022 varð roknað við einum rakstraravlopið á 9,7 mió. kr. Eftir íløgur var úrslitið eitt avlop 6,3 mió. kr. (RLÚ). Hetta var 21,9 mió. kr. hægri enn mett á fíggjarætlanini fyri 2022 har roknað varð við einum hallið á -15,6 mió. kr.

Langfreistað skuld var 24,6 mió. kr. við árslok. Nettoskuldin var 29,8 mió. kr., sum svarar til 34 % av skuldarloftinum.

Roknskapurin kann lesast her

Seinastu tíðindi

22
sep
Sanghefti til felagssangin í skúlanum við Streymin
22
sep
Býráðsfundur 25. septembur 2023
18
sep
Tilmeld­ingar­skipanin til frítíðarundirvísing­ina er opin
08
sep
Vælkomin á mentan­ardagar í Sunda kommunu 14. - 24. septembur
08
sep
Umsjónar­fólk til umhvørvisplássið
15
sep
Magnus á Stongum fekk ársins herðaklapp
14
sep
Faldarin til frítíðarundirvísing­ina er komin
11
sep
Áheitan um at rudda økið sunnan og eystanfyri Krás