Tíðindi

Loyvi at brenna bál á nýggjárinum

01.12.2025

Søkjast skal um loyvi hjá kommununi innan 17. desember 2025 kl. 12.00.

Sambært kunngerð um burturkast nr. 147 frá 19. oktober 1995 er krav, at góðkenning skal fáast frá kommununi at brenna nýggjársbál. Loyvið verður givið við somu treytum, sum fyri nýggjárs-, jóansøkubál o.t.

Treytirnar fyri at fáa loyvi eru hesar:

  • at bert reinur, óviðgjørdur og turrur viður verður nýttur
  • at støddin á bálinum er í mesta lagi 5 metrar í diametur og umleið 2 metrar í hædd
  • at veðrið er til vildar, og vindferðin skal í mesta lagi verða 15 m/s
  • at frástøða til hús og lutir nærhendis er nóg stór
  • at navnsnevndur ábyrgdarpersónur stendur fyri loyvinum, og er á staðnum tá brent verður
  • at navn, adressa og fartelefonnummar hjá ábyrgdarpersóninum verða upplýst kommununi, tá søkt verður um loyvi til bálbrenning
  • at um neyðugt verður hjá Sløkkiliðnum at fara á staðið at sløkkja ella rudda, er tað navngivni ábyrgdarpersónurin, ið fær rokning
  • at økið verður ruddað í seinasta lagi kl.12.00 dagin eftir
  • at spannir ella vatnkør eru á staðnum til sløkking ella køling í sambandi við møguligar brunaskaðar
  • Sera umráðandi er, at fýrverk ikki verður tveitt í bálið.

Hesar treytir skulu tryggja, at bálbrenningin verður gjørd við skynsemi, umframt at minst møgulig umhvørvisárin og annar ampi standast av brenningini.

Til ber at søkja her.

Gevið gætur: Umframt loyvið hjá kommununi, er eisini neyðugt at fáa loyvi frá eigaranum av økinum har bálið skal vera.

Seinastu tíðindi

12
jan
Sunleif aftur á umhvørvisplássinum
07
jan
Ein vinarlig áheitan á bileigarar
06
jan
Bárður Davidsen 10 ára starvsdag
05
jan
Tøk grundøkir alment til sølu
19
des
Heiðran av sløkkiliðs­fólkum
17
des
Almennir býráðsfundir 2026
07
jan
Bussleiðin avlýst
05
jan
Prísurin fyri grund­stykkir lækkar