Tíðindi

Einki dagstovnagjald í desembur

24.11.2025

Á býráðsfundi í kvøld varð einmælt samtykt at ikki krevja ansingargjald fyri desembur.

Í Sunda kommunu krevja vit vanliga dagstovnagjald inn fyri ellivu mánaðir um árið. Juli mánaði er einki dagstovnagjald. Desembur mánaði er vanliga ein fíggjarliga tungur mánaði við nógvum jólagávum, mat innkeypi og øðrum.

Framskrivingar vísa, at kommunan fer at fáa væl meira inn í skatti enn mett varð fyri 2025. Kommunan kann ikki broyta skattin og barnafrádráttin mitt í einum ári, men býráðið kann velja at strika dagstovnagjaldið fyri desembur, og sostatt verður hetta ein lætti til barnafamiljurnar í jólamánaðinum, ið er fyri framman.

Við vón um eini góð og familjuvinarlig jól.

Vegna býráðið

Eyðstein Zachariasen
Borgarstjóri

Seinastu tíðindi

16
des
Prísurin fyri grund­stykkir lækkar
15
des
Kommunuskrivstovan fer í jólafrí
12
des
Fitt vitjan á kommunuskriv­stovuni
01
des
Loyvi at brenna bál á nýggjárinum
24
nov
Einki dagstovnagjald í desembur
24
nov
Fíggjarætlanin 2026 einmælt samtykt
21
nov
Kunning um snarboð
30
sep
Kavagrevstur