Tíðindi
Almenn áheitan á Landsverk
Í kommununi eru stórar avbjóðingar av ferðsluviðurskiftum, og Landsverk varðar av vegunum til ella ígjøgnum átta av ellivu bygdum í kommununi, men nær ætlar Landsverk at taka sær av hesari uppgávuni?
Í rúma tíð hevur Sunda kommuna áhaldandi víst á avbjóðingar av ferðsluviðurskiftum og ferðslutrygd í kommununi. Óteljandi fundir hava verið við Landsverk, men altíð hevur verið víst á, at eingin játtan er tøk. Vegurin ígjøgnum Hvalvík hevur verið umrøddur, vegurin ígjøgnum Langasand og Haldórsvík hava verið umrøddir. Vegurin út til Oyrar hevur verið umrøddur. Ferðasambandið tvørtur um landsvegin í Hósvík og Hvalvík hava verið umrøddir. Ferðsluviðurskiftini við Streymin hava verið umrødd. Vegurin til Tjørnuvíkar, Saksunar og Gjaár hava verið umrøddir, og eisini tað stóra trýstið frá ferðavinnuni á hesum farleiðum.
Svarið hevur ferð eftir ferð verðið, at Landsverk ikki hevur neyðuga játtan tøka, og tískil er akkurát einki hent á hesum vegastrekkjum. Ikki so frætt sum skeltir hevur tað eydnast okkum at fingið upp. Borgarar merkja økta trýstið og ferðina gjøgnum bygdirnar, og eisini eru Gjáarfólk munandi skerd, síðani Landsverk valdi at gera totalan stongsul av vegnum um Eiðisskarð sjey mánaðar um árið.
Nýggjasta ætlanin hjá Landsverk er, at ikki fara í gongd við Tjørnuvíkartunnilin, hetta hóast politisk fígging er fingin til vega at byrja arbeiðið, og landsstýriskvinnan, ið varðar av økinum hevur sagt, at arbeiðið skal raðfestast. Einasta, ið stendur eftir er, at Landsverk als einki ætlar at gera fyri at betra um ferðslutrygd og ferðsluátøk í Sunda kommunu, hvørki um fígging frá politiska mynduleikanum er fingin til vega ella ei.
Verða farleiðirnar ígjøgnum og til bygdirnar í Sunda kommunu ikki raðfestar av landspolitiska mynduleikanum og Landsverk alt fyri eitt, so verður Sunda kommuna neyðug at fremja ítøkilig átøk vegna trygdina og trivnaðin hjá okkara borgarum í kommununi. Tí verður alment heitt á landsstýriskvinnuna í fíggjarmálum og leiðsluna í Landsverk at koma á fund at umrøða hesi viðurskiftir og fremja ítøkiligar loysnir alt fyri eitt.
Oyrarbakki tann 02-12-2025
Vegna Sunda kommunu,
Eyðstein Zachariasen
Borgarstjóri