Tíðindi

3 landsdystir í høllini við Streymin leygardagin 10. juni

08.06.2023

Komandi vikuskiftið kemur Ísland á vitjan við teirra U15-, U17- og U19-kvinnulandsliðum. Landsdystir verða leygardagin 10 juni í høllini við Streymin.

Tvær av kvinnunum sum verða við eru EB spælarar. Tær eru Lý Haraldsdóttir hjá U15 og Sólveig Dahl hjá U19. Hettar er fyrstu ferð tær báðar eru úttiknar til eitt landslið og ynskja vit teimun hjartaliga til lukku við úttøkuni og bestu eydnu.

Dystirnir hjá U17 og U19 eru liður í fyrireikingunum til EHF Championship kappingarnar í summar, har U19 spæla í Klaipeda í Litava dagarnar 10. – 16. juli. Føroyar eru í bólki saman við Spania, Turkalandi og Bulgaria. U17-kvinnurnar spæla í Aserbajan dagarnar 5. – 13. august, har okkara eru í bólki saman við Spania, Luksemborg, Grikkalandi og Ísrael.

Skrá: 

Leygardagin 10. juni við Streymin:

kl. 14.00 U15 Føroyar – Ísland
kl. 16.00 U17 Føroyar – Ísland
kl. 18.00 U19 Føroyar – Ísland
 

Seinastu tíðindi

04
nov
Jóla­trø­ini verða tendrað og jóla­brandbilu­rin vitjar
30
okt
Skatta­listin 2024
21
okt
Umsjónar­fólk til umhvørvisplássið
21
okt
Umsjónar­fólk til ognareindina
09
okt
Skrivari til Barna­verndar­tænastuna í VEKS
06
okt
Koppseting ímóti beinkrím og Covid19
30
sep
Kavagrevstur
26
sep
Burturbeining av leivdum frá fletting