Tíðindi

Burturbeining av leivdum frá fletting

28.09.2023

Visti tú, at leivdir frá fletting kunnu dálka illa?

IRF fær nógvar fullar vembur inn at brenna, og tað viðførir dálkandi útlát frá skorsteininum. Tí er sera týdningarmikið at tøma vemburnar, áðrenn tær verða koyrdar burtur.

Tá ið flett verður, er tað týdningarmikið fyri umhvørvið, at leivdirnar verða rætt burturbeindar.

Soleiðis skulu leivdir burturbeinast:

  • Lat seyðaskinn til góðkenda endurnýtslu (les meira um hetta niðanfyri)
  • Tøm vemburnar
  • Lat blóð og annað vatn seta frá, áðrenn leivdirnar verða burturbeindar
  • Lat innvøl og leivdir í plastposar, áðrenn tað verður latið í bingjurnar. Finn títt kommunala endurvinningarpláss her.

Seyðaskinn til endurnýtslu

Vit heita á fólk um at lata seyðaskinn til endurnýtslu. Í løtuni er tað bert Oikos, sum er góðkendur móttakari av seyðaskinnum í Føroyum. 

Seinastu tíðindi

12
des
Fitt vitjan á kommunuskriv­stovuni
10
des
Stuðul til nýggjárshald
09
des
Býráðsfundur 15. desember 2025
02
des
Almenn áheitan á Landsverk
01
des
Loyvi at brenna bál á nýggjárinum
27
nov
Undantaks­loyvi givið til at taða í Tjørnuvík
24
nov
Einki dagstovnagjald í desembur
24
nov
Fíggjarætlanin 2026 einmælt samtykt