Tíðindi

Fyritøkur verið á vitjan

28.01.2025

Í Sunda kommunu hava vit stórt og fjølbrott vinnulív. Nakrar av hesum hava sítt virksemi á ymisku havnarløgunum í kommununi.

 Eftir ynski frá umsitingini, nýggja havna og tilbúgvingarleiðaranum og fyritøkunum, varð í morgun skipað fyri morgunmati og fundi við tær fyritøkur, ið hava leigumál og virksemi á havnarlagnum í Hvalvík. Komandi tíðina fara vit at skipa fyri sama fundi við fyritøkur á øðrum havnarløgum í kommununi.

Fyritøkurnar fingu framløgu frá borgarstjóranum, um týdningin fyri kommununa at hava eitt væl virkandi vinnulív. Eisini fingu fyritøkurnar høvið at heilsa upp á nýggja havna og tilbúgvingarleiðaran, Magnus, ið byrjaði í nýggja starvinum stutt síðani. Magnus fekk somuleiðis boðskapin út, um týdningin av at hava eitt væl skipað og trygt havnarlag.

Saman umrøddu vit avbjóðingar og møguleikar á havnarlagnum í Hvalvík, ið geva Magnusi og umsitingini góð amboð at arbeiða frameftir, saman við vinnuni.

Seinastu tíðindi

22
des
Lesa til próvtøku um jóltíðir?
19
des
Heiðran av sløkkiliðs­fólkum
17
des
Almennir býráðsfundir 2026
16
des
Prísurin fyri grund­stykkir lækkar
15
des
Kommunuskrivstovan fer í jólafrí
12
des
Fitt vitjan á kommunuskriv­stovuni
10
des
Stuðul til nýggjárshald
09
des
Býráðsfundur 15. desember 2025