Tíðindi

Bussleiðin og kommunalt samstarv

01.02.2024

Sáttmáli undirskrivaður fram til summarið 2028, umframt at Leið 1 er víðkað eisini at fevna um Eiðis kommunu.

Bussleiðin hjá Sunda kommunu hevur koyrt í økinum síðan 2017 og í dag er sáttmáli undirskrivaður við HK Bussar um at røkja bussleiðina í Sundalagnum fram til á sumri 2028.


Nú Bussleiðin er borðin út eru Sunda kommuna og Eiðis kommuna farnar í samstarv um Leið 1, so at Leið 1 frá 1.mars 2024 kemur at koyra úr Hósvík til Eiðis. Leið 1 verður framyvir koyrt við tveimum bussum. Koyrt verður út Hósvík og av Eiði hvønn tíma frá kl 16 til kl 22 allar gerandisdagar í árinum.


Leið 2 kemur at koyra sum áður. Tó so er ferðaætlanin tillagað nakað so hon passar betur við leið 400 hjá SSL úr Tórshavn og norðureftir.


Vit í Sunda kommunu fegnast um sáttmálan við HK Bussar og kommunala samstarvið við Eiðis kommunu, sum við nýggju Leið 1 og Leið 2 leggur góðan gróðrarbotn undir ítróttarvirksemi, frítíðarvirksemi og aðra ferðing í økinum úr Hósvík til Eiðis og noður til Tjørnuvíkar allar gerandisdagar í árinum.

Seinastu tíðindi

07
jan
Ein vinarlig áheitan á bileigarar
06
jan
Bárður Davidsen 10 ára starvsdag
05
jan
Tøk grundøkir alment til sølu
19
des
Heiðran av sløkkiliðs­fólkum
17
des
Almennir býráðsfundir 2026
07
jan
Bussleiðin avlýst
05
jan
Prísurin fyri grund­stykkir lækkar
22
des
Lesa til próvtøku um jóltíðir?