Tíðindi

VEKS hevur valt eldraráð

10.12.2024

Freistin at velja til Eldraráðið í VEKS var úti leygardagin 7/12 og uppteljingin er farin fram á skrivstovuni hjá VEKS í dag.

Veljast skuldu 6 limir og 4 varalimir. Tveir limir, og ein varalimur, fyri Vestmanna og Sunda kommunur. Ein limur, og ein varalimur fyri Kvívíkar og Eiðis kommunur.

Í Vestmanna kommunu kom ein listi inn við trimum tilskilaðum valevnum. Gunn Joensen, Jákup Andreasen, og Páll Hellu, varalimur.

Í Kvívíkar kommunu kom ein listi inn við tveimum tilskilaðum valevnum. Brynhild Joensen, og Zacharias Guttesen, varalimur.

Í Eiðis kommunu kom ein listi inn við tveimum tilskilaðum valevnum. Annvør Jacobsen, og Hildibjarta Jacobsen, varalimur.

Í hesum trimum kommunum var sostatt einki val.

Í Sunda kommunu var val millum 8 uppstilaði valevni, og tey 438 sum høvdu valrætt til Eldraráðsvalið, atkvøddu við brævatkvøðu. 179 greiddu atkvøðu, sum svarar til 40,87% av teimum sum høvdu valrætt.

Úrslitið av valinum í Sunda kommunu:

1.       Jens Jensen, Tjørnuvík, 33 atkvøður

2.       Ingvard Fjallstein, Norðskáli, 30 atkvøður

3.       Marjun av Steinum, Hvalvík, 23 atkvøður

4.       Vibeke Ingvarsson, Norðskáli, 23 atkvøður

5.       Gunnar Joensen, Hósvík, 22 atkvøður

6.       Joan Hammer, Haldórsvík, 19 atkvøður

7.       Dagny Hansen, Hósvík, 18 atkvøður

8.       Sofus D. Johannesen, Gjógv, 11 atkvøður

Tað vil siga at Jens Jensen, Tjørnuvík, og Ingvard Fjallstein, Norðskáli, eru valdir limir í Eldraráðið hjá VEKS.  Marjun av Steinum, Hvalvík, er vald sum eykalimur, eftir lutakast við Vibeke Ingvarsson, Norðskáli.

Nývalda Eldraráðið í VEKS skipar seg sjálvt, og fer til verka eftir nýggjár.

Seinastu tíðindi

04
feb
Skráseting av hitaloys­num í Sunda kommunu
04
feb
Nýtt stýri í VEKS
20
jan
Alment útboð av røkt og grassláing í Sunda kommunu
28
jan
Fyritøkur verið á vitjan
28
jan
Avloysari til Hósvíkar skúla og frítíðarskúla
27
jan
Býráðsfundur 27. januar 2025
27
jan
Starvs­fólk til Dagstovnin á Flatinum
22
jan
Hósvíkar Róðrar­felag tilnevnt ársins ítrótta­felagsskapur 2024