Tíðindi

Ungdómshúsið vitjar í Havn fríggjakvøldið

12.12.2024

Saman við ungdómshúsinum á Eiði, fara vit hugnatúr til Havnar í ovurmorgin, fríggjakvøldið 13.desembur.

Kom við til Hollywood!
Ungdómshúsini á Eiði og í Sundalagnum vilja bjóða øllum ungum 7-10 fl. til Liv Lívið caféina Hollywood í Havn fríggjakvøldið 13. Desembur ????

Har verður live tónleikur og møguleiki at keypa sær okkurt lekkurt (rúsfrítt) at drekka.

Bussur fer av Eiði kl. 18.30 og steðgar i busssteðgistaðnum við skúlanum á Oyrarbakka, í Hvalvík og í Hósvík. Bussurin fer aftut úr Havn kl. 22.30.

Fyri at vita hvussu stóran buss vit skulu leiga, er tilmelding neyðug. Tit melda til, við at skriva sms til Jórunn á tlf 259986 áðrenn kl 18 í morgin hósdag.

Vónandi møta tit fjølment. Vit gleða okkum :)

Bestu ynskir,

Jórunn, leiðari í ungdómshúsinum. 

Seinastu tíðindi

04
feb
Skráseting av hitaloys­num í Sunda kommunu
04
feb
Nýtt stýri í VEKS
20
jan
Alment útboð av røkt og grassláing í Sunda kommunu
28
jan
Fyritøkur verið á vitjan
28
jan
Avloysari til Hósvíkar skúla og frítíðarskúla
27
jan
Býráðsfundur 27. januar 2025
27
jan
Starvs­fólk til Dagstovnin á Flatinum
22
jan
Hósvíkar Róðrar­felag tilnevnt ársins ítrótta­felagsskapur 2024