Tíðindi
Ruddingardagur og útivika 2025
11.04.2025
Ruddingardagurin í Sunda kommunu verður 17. mai og útivikan 18. - 24. mai
Í ár skipar Sunda kommuna fyri útiviku í samband við ruddingardagin 17. mai.
Í døgunum 18. - 24. er útivika har ymisk spennandi verður á skrá.
Meira kunning fæst í faldaranum, sum verður borin út í hvørt hús vikuna áðrenn. Vit leggja eisini kunningina út á heimasíðu okkara og facebook.
Endamálið við ruddingardegnum og útivikuni er at taka upp órudd sum liggur runt um í kommununi samstundis sum vit eru saman, hugbundin og virkin.
Sunda kommuna heitir á tykkum um at seta kross í kalendaran og møta fjølment til ruddingardagin 17. mai. og útivikuna 18. - 24. mai.
Vit síggjast!