Tíðindi

Tillutan av hallartímum

14.08.2025

Freistin at søkja um venjingartímar í Ítróttarhøllini við Streymin fyri veturin 2025/2026 er 21. august 2025

Sunda kommuna hevur evstu ábyrgd av útleigan av Ítróttarhøllini við Streymin. Skúlin hevur tó ábyrgdina frá kl. 8.00-15.00. Eftir hetta verða hallartímar tillutaðir til ítróttarfeløg og onnur.

Ítróttarfeløg í kommununi hava fyrimun og hallartímar verða fyrst og fremst tillutaðir til virksemi, sum vanliga er innandura.

Venjingar fyri børn og ung hava framíhjárætt til tímarnar frá 15.00 - 18.00.

Umsókn um tímar fyri veturin 2025/2026 skal sendast til sunda@sunda.fo innan 21. august 2025

Tillutan av føstum hallartímum verður tillutað av Trivnaðarnevndini í Sunda kommunu eftir tilmæli frá umsitingini. Tey, ið søkja um tímar, fáa svar síðst í august.

Seinastu tíðindi

04
sep
Fólk á Langasandi mugu kóka vatnið
03
sep
Tilmeld­ingar­skipanin til frítíðarundirvísing­ina er opin
18
aug
Umsjónar­fólk til veitingareindina
18
aug
Ungdóms­húsið í Sunda kommunu er opið
01
sep
Frítíðarundirvísing­ina 2025
21
aug
Býráðsfundur 28. august 2025
14
aug
Tillutan av hallartímum
14
aug
Stongt fyri vatninum í Hvalvík og Streymnesi