Tíðindi

Umsjónarfólk til veitingareindina

18.08.2025

Sunda kommuna søkir eftir ágrýtnum og ábyrgdarfullum umsjónarfólki til veitingareindina, at byrja í føstum starvi skjótast til ber.

Vit søkja eftir fólki til veitingareindina. Tú verður partur av eini eind, sum tekur sær av vegum, kloakkum, vatni og gøtuljósum í Sunda kommuna. Eisini er tað nýgerð, røkt og fyrifallandi arbeiði runt um í øllum 11 bygdunum í Sunda kommunu.

Umsjónarfólk vísa til arbeiðsformenninar á veitingar- og ognareindini. Starvið er fjølbroytt og gevur høvi til persónliga og fakliga menning. Tann, ið settur verður, kemur at arbeiða sjálvstøðugt og í minni toymum.

Um teg:
Vit vænta, at tú hevur royndir við handaligum arbeiði, og/ella handverkara útbúgving, gott um tú hevur stóra koyrikortið. Somuleiðis vænta vit, at tú ert røkin, arbeiðs-som/amur og hevur áhugað og sær týdningin av slíkum arbeiði fyri trivnaðin í kommununi. Tú dugir at arbeiða sjálvstøðugt, ert fyrikomandi og gevur eitt jaligt íkast til veitingardeildina

Setanarviðurskifti:
Talan er um eitt fulltíðarstarv, arbeiðstíðin er ímillum kl. 08.00 og 16.00 gerandisdagar, ið verður lønt sambært sáttmála millum avvarandi fakfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið.

Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Súsonnu Á. Jensen, tekniska leiðara í Sunda kommunu, á 29 72 20 ella susanna@sunda.fo.  

Umsókn:
Umsókn við neyðugum skjølum skulu sendast við telduposti til sunda@sunda.fo, og skulu vera kommununi í hendi í seinasta lagi hósdagin 04. september 2025
Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.

Merkið umsóknina “Umsjónarfólk veitingareindin”.

Kommunan tilskilar sær rætt til at lýsa starvið av nýggjum, um ikki nóg nógvir ella skikkaðir umsøkjarar eru til starvið.

 

Seinastu tíðindi

05
sep
Tilmelding til Stakkin
05
sep
Skráin fyri Mentan­ardagar 2025
04
sep
Fólk á Langasandi mugu kóka vatnið
03
sep
Tilmeld­ingar­skipanin til frítíðarundirvísing­ina er opin
18
aug
Umsjónar­fólk til veitingareindina
18
aug
Ungdóms­húsið í Sunda kommunu er opið
01
sep
Frítíðarundirvísing­ina 2025
21
aug
Býráðsfundur 28. august 2025