Tíðindi

Hvør skal hava ársins herðaklapp 2025?

11.08.2025

Aftur í ár fer Sunda kommuna, at heiðra persóni ella felagsskapi, ið hevur gjørt ólønt ella sjálvboðið arbeiðið, sum er til gangs fyri borgararnar í kommununi.

Ársins herðaklapp verður handað til setanina av mentanardøgunum, sum verða 12. – 20. september 2025.

Øll kunnu senda uppskot
Við hesum bjóða vit øllum at senda inn uppskot um, hvør skal fáa ársins herðaklapp 2025. Í uppskotinum skal grundgevast fyri, hví viðkomandi eigur at fáa herðaklappið, hvat viðkomandi persónur ella felagsskapur hevur gjørt og hvussu man metur tað er til gagns fyri borgarnar í kommununi.

Uppskotini skulu sendast til sunda@sunda.fo innan hósdagin 28. august kl. 12.00

Uppskotsstillarar kunnu vera ónevndir.

Trivnaðarnevndin tilskilar sær rætt til at velja ímillum innkomnu uppskotini, ella ikki at velja nakað av teimum.

Tey, sum fyrr hava fingið herðaklappið frá Sunda kommunu eru:

2024 Niels Petersen
2023 Magnus á Stongum
2022 Stakkurin
2021 Sofus Debes Johannesen
2019 Andrass Midjord 
2018 Edmund Joensen 
2017 Leguhúsið í Nesvík
2016 Hósvíkar Róðrarfelag 
2015 Nicolina av Kamarinum
2014 Johannes Johannesen 
2013 Kingobólkurin í Tjørnuvík 
2012 Asfinn Sigvardsen 
2011 Esmar Dahl 

Seinastu tíðindi

01
sep
Frítíðarundirvísing­ina 2025
18
aug
Umsjónar­fólk til veitingareindina
18
aug
Ungdóms­húsið í Sunda kommunu er opið
21
aug
Býráðsfundur 28. august 2025
14
aug
Tillutan av hallartímum
14
aug
Stongt fyri vatninum í Hvalvík og Streymnesi
11
aug
Hvør skal hava ársins herðaklapp 2025?
11
aug
Regatta 2025