Tíðindi

Almenn móttøka fyri Tóka

02.07.2025

Hósdagin kl. 17.00 verður almenn móttøka fyri Tóka Friðriksson á Torginum í Skúlanum við Streymin.

Tóki var við á U21 landsliðnum, sum vann flotta HM bronsumedalju í Pólandi. Tóki er uppvaksin í EB og býr við Norðskála. Tí fara vit at heiðra Tóka, flotta úrslitinum hjá Føroyum, og fyrsta HM heiðursmerkið í økinum. 


Skrá:

Eyðstein Zachariasen, borgarstjóri í Sunda kommunu heldur røðu.

Tove Kruse Samuelsen, varaborgarstjóri í Eiðis kommunu heldur røðu.

Umboð fyri EB heldur røðu.

Tóki Friðriksson sigur nøkur orð. 


Vit bjóða ábit, kaku, kaffi, saft og annað. 


Vinarliga

Sunda kommuna, Eiðis kommuna og EB

Seinastu tíðindi

02
jul
Almenn móttøka fyri Tóka
01
jul
Nýggjur leiðari fyri Barna­verndar­tænastuna
26
jun
Skrivstovunæm­ingur til Sunda kommunu
25
jun
Námsfrøð­ingur til Dagstovnin við Kráir
24
jun
Jógvan Philbrow nýggjur dagstovnaleiðari
23
jun
Betur umstøður til Sunda sløkkilið
23
jun
Stongt vegna skeiðsvirksemi
20
jun
Fráfaringarløtan hjá Rosu Prestá