Tíðindi

Umsjónarfólk til umhvørvisplássið

21.10.2025

Sunda kommuna søkir eftir ágrýtnum og ábyrgdarfullum umsjónarfólki til umhvørvisplássið, at byrja skjótast gjørligt.

Um starvið:

Vit søkja eftir fólkið at vara av umhvørvisplássinum sum eru í Sunda kommunu,  taka sær av umhvørvisplássinum, reinhaldi av kommununi og skaðadjóratýning, runt um í øllum 11 bygdunum í Sunda kommunu. Tú verður partur av veitingareindini og kemur eisini at luttaka í dagliga arbeiðinum á eindini.

Umsjónarfólkið vísir til arbeiðsformannin. Starvið er fjølbroytt og avbjóðandi og gevur høvi til persónliga og fakliga menning. Tann, ið settur verður kemur at arbeiða sjálvstøðugt og í minni toymum.

Um teg:

Vit vænta, at tú hevur royndir við handaligum arbeiðið. Somuleiðis vænta vit, at tú ert røkin, arbeiðs-som/amur og hevur áhugað og sær týdningin av slíkum arbeiðið fyri trivnaðin í kommununi. Tú dugir at arbeiða sjálvstøðugt, ert fyrikomandi og gevur eitt jaligt íkast til Veitingareindina. Kommunan hevur fleiri bygningar og nógv ymisk starvsfólk og starvsbólkar runt í kommunalu bygningunum. Tískil hevur tað stóran týdning, at viðkomandi ið settur verður, er tænastusinnaður og dugir væl við fólki.

Setanarviðurskifti:

Talan er um eitt  fulltíðarstarv, arbeiðstíðin er ímillum kl. 08.00 og 16.00 gerandisdagar, Tó er umhvørvisplássi opið til kl 18 mikudagar og leygardag frá 13-17. ið verður lønt sambært sáttmála millum avvarandi fakfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið.

Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Súsonnu Á. Jensen, tekniska leiðara í Sunda kommunu á 297220 ella susanna@sunda.fo.   

Umsókn:

Umsókn við neyðugum skjølum skulu sendast við telduposti til sunda@sunda.fo, og skulu vera kommununi í hendi í seinasta lagi fríggjadag 7. novembur 2025


Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.

Merkið umsóknina “umsjónarfólk til umhvørvisplássið”.

Kommunan tilskilar sær rætt til at lýsa starvið av nýggjum, um ikki nóg nógvir ella skikkaðir umsøkjarar eru til starvið

Seinastu tíðindi

10
nov
Nýggj trappa í svimji­høllini
04
nov
Jóla­trø­ini verða tendrað og jóla­brandbilu­rin vitjar
30
okt
Skatta­listin 2024
30
sep
Kavagrevstur
10
nov
DAGFØRT: Bakteriur í drekkivatni­num við Áir, Langasandi og Haldórsvík
31
okt
Avtala undirskrivað við Hósvíkar Róðrar­felag
30
okt
Umhvørvisplássið er stongt leygar­dagin 01.11.2025
29
okt
Allahalgannahald í Sunda kommunu