Tíðindi

Jólatrøini verða tendrað og jólasløkkiliðsbilurin vitjar

04.11.2025

Týsdagin 25. november og mikudagin 26. november verða jólatrøini í Sunda kommunu tendrað og jólamenn í sløkkiliðsbili vitja. 

Nú stundar til jóla, og tíð er aftur komin til at tendra jólatrøini og hugna okkum saman. Aftur í ár skipar Sunda kommuna fyri jólatræhaldi, har prestur talar, Eiðis ljómfelag spælir jólasangir, og so tað sum børnini gleða seg mest til: stuttligu jólamennirnir koma við sløkkiliðsbili og bjóða ein leskiligan posa! Eftir jólatræhaldi bjóðar Sunda kommuna rís ala mande og keffi/te/saft.

Øll eru hjartaliga vælkomin.

Jólatrøini verða tendrað soleiðis: 

Týsdagin 25. november:
Hósvík 17.00
Hvalvík 18.00
Langasandur 18.45 (bert jólamenn í sløkkiliðsbili ið steðga á)
Haldórsvík 19.00
Tjørnuvík 20.00

Mikudagin 26. november:
Oyrarbakki  kl 17.00
Gjógv kl 18.30

Skrá:
Borgarstjórin bjóðar vælkomin – jólatræið verður tendrað
Eiðis ljómfelag spælir
Prestur heldur talu.
Felagssangur: Gleðilig jól (Eiðis ljómfelag spælir undir)
Eiðis ljómfelag spælir
Jólamenninir koma við brandbilinum - børnini fáa pakka
Øll eru vælkomin til ein drekkamunn eftir haldi

Øll eru hjartaliga vælkomin til drekkamunn eftir haldi, á hesum støðum:
Oyrarbakki – á torginum í Skúlanum við Streymin
Gjógv – í bygdarhúsinum

Hósvík – í bygdarhúsinum, uppiá
Hvalvík – í missiónshúsinum
Haldórsvík – í Avhaldshúsinum
Tjørnuvík – í bygdarhúsinum

Vit gleða okkum at síggja tykkum øll.

 

 

Seinastu tíðindi

24
nov
Starvs­fólk til frítíðarskúlan á Dagstovni­num á Flatinum
21
nov
Kunning um snarboð
19
nov
Býráðsfundur 24. november 2025
04
nov
Jóla­trø­ini verða tendrað og jóla­sløkkiliðsbilu­rin vitjar
30
sep
Kavagrevstur
19
nov
Oyri og Oyrarbakki onki vatn
11
nov
Haldórsvíkarvegu­rin stongdur
10
nov
Nýggj trappa í svimji­høllini