Tíðindi

400 rennarar í fjøllunum leygardagin

04.09.2019

Leygardagin 7. september verður stóra fjallarennikappingin Átjan Wild Islands. Runnið verður í fjøllunum í Norðurstreymoy. Hetta er annað árið at tiltakið er í Sunda kommunu.

Síðsta ár vóru 200 rennarar úr øllum heiminum sum luttóku. Í ár koma 400 rennarar at luttaka í fýra fjallarennikappingum á Streymoynni.

Festivalurin er frá 4.-8. september og er eitt tiltak har luttakararnir bæði sleppa at renna, íðka útlívs aktivitetir, hoyra tónleik og annars hugna sær. Leygardagin 7. september er stóra fjallarennikappingin, har luttakararnir koma at renna ein av fýra teinum í fjøllunum í Sunda kommunu. Teinarnir eru10km, 21km, 42km og tann longsti er 60km.

The Ultra-Trail Faroe Islands, sum er 60 km, byrjar í Hósvík leygarmorgunin 7. september kl. 06.00 og fjalla maraton byrjar kl. 08.00. Hálv maraton 21km og Fjallarenning 10 km fara í gongd kl. 11.00 og kl. 13.00. Hvør kapping hevur áleið 100 luttakarar og øll koma á mál í Tjørnuvík ímillum kl. 13.00-20.00 leygardagin.

Alt tiltakið er væl fyrireika og luttakararnir fáa suppu frá tjørnuvíkingingum tá tey koma á mál. Fólk eru vælkomin at heppa og eggja rennarunum ímeðan runnið verður og serliga tá tey koma á mál í Tjørnunuvík. 

Les meira um tiltakið á heimasíðuni atjanwildislands.com

 

Seinastu tíðindi

19
des
Heiðran av sløkkiliðs­fólkum
17
des
Almennir býráðsfundir 2026
16
des
Prísurin fyri grund­stykkir lækkar
15
des
Kommunuskrivstovan fer í jólafrí
12
des
Fitt vitjan á kommunuskriv­stovuni
10
des
Stuðul til nýggjárshald
09
des
Býráðsfundur 15. desember 2025
02
des
Almenn áheitan á Landsverk