Tíðindi
Blákollan høvuðsumvæld
23.12.2019
Seinastu tíðina hava umsjónarmenn hjá kommununi arbeitt við, at umvæla bygningin á Oyri, har dagtilhaldið Blákollan, Gigni og Økispsykiatriin halda til.
Arbeitt hevur verið við at klæða, bjálva, skifta vindeygu v.m. Suðursíðan, framsíðan, altanin og annað er gjørt í stand. Og er hendan høvuðsumvælingin nú liðug.
Seinni er ætlanin at skifta takið og gera ovaru síðu av bygninginum.
Kommunan fegnast um, at eldru borgarar okkara, Heilsusysturin og Økispsykiatriin nú hava fingið munandi betri hølisviðurskifti at húsast í.
Tað er ognareindin hjá kommununi, ið hevur gjørt arbeiðið.
Myndir síggjast her: