Tíðindi

Sunda kommuna 15 ár

09.01.2020

Tann 1. januar 2020 vóru liðin 15 ár síðan tær 6 kommununar í Streymoynni og Eysturoynni løgdu saman í eina størri kommunu.

Sunda kommuna er úrslitið av einum samstarvi millum kommunurnar í mong ár. Talan var tá um Hósvíkar-, Hvalvíkar-, Haldórsvíkar- Gjáar -, Saksunar og Sunda kommunur. Hetta samstarv var skipað í einum kommunufelagsskapi, men í 2003 varð hildið, at tíðin var búgvin at leggja saman í eina felags kommunu. Við fólkaatkvøðu í øllum bygdum var uppskotið um samanlegging samtykt, og 1. januar 2005 fór nýggja kommunan til verka.

Hetta var, og er fyrstu ferð, at 6 kommunur í Føroyum hava lagt saman sjálvboðið sama dato.

At sunda kommuna fyllir 15 ár í ár kemur at síggjast aftur í tiltøkum og virksemi hjá kommununi í 2020.

Fólkatalið

Tá kommunurnar løgdu saman 1. januar 2005 var samlaða fólkatalið í bygdunum 1.557. Nú 15 ár seinni er fólkatalið 1.806. Vøksturin er 249 fólk ella 16%. Hetta kann samanberast við ein vøkstur fyri alt landið uppá 8%.

Vøksturin kann býtast sundur í nettotilflyting og burðaravlop. Nettotilflytingin var 94 fólk og burðaravlopið var 155.

Hyggja vit eftir broytingunum í einstøku bygdunum sæst, at gongdin er tann sama sum í øðrum pørtum av landinum – at smærri bygdirnar minka, meðan tær størru sum liggja tættari miðstaðarøkinum vaksa.

Fíggjarviðurskifti

Samlaða inntøka í fíggjarætlanini fyri 2020 er slakar 89,5 mió.kr. meðan raksturin er 70,7 mió.kr.

Íløgurnar í 2020 verða tilsamans 43,9 mió.kr. Byggingin av skúla og ítróttarhøll við Streymin setur sín dám á íløgukarmin hjá kommununi. Hetta er størsta einstaka verkætlanin hjá Sunda kommunu. Byggingin verður liðug í 2020 og samlaði kostnaðurin verður góðar 100 mió.kr. Í 2020 er avsett 37,1 mió.kr. til verkætlanina. Til aðrar verkætlanir er avsett 7 mió.kr.  

Kommunan hevur tikið lán uppá 70 mió.kr. til verkætlanina við skúla og ítróttarhøll. Nettoskuldin í mun til álíkning verður 75%. Ætlanin er at gjalda lánið aftur yvir 7 ár. Við verandi inntøkum og rakstri verða 8-10 mió.kr. um árið til íløgur næstu árini eftir at avdráttir eru goldnir.

Verður tikið saman um kann ikki sigast annað enn, at samanleggingin hevur eydnast væl og hevur skapt vælferð, vøkstur og trivna í økinum.

Seinastu tíðindi

17
feb
Nýtt trivnaðarøkið í Hósvík
13
feb
Eldradagur verður leygar­dagin 22 mars 2025
12
feb
Skrivstovu­fólk til Sunda kommunu
11
feb
Sunda kommuna 20 ár
11
feb
Ein góð kommuna fyri øll
07
feb
Broyttar upplatingartíðir í ungdóms­húsinum
04
feb
Skráseting av hitaloys­num í Sunda kommunu
04
feb
Nýtt stýri í VEKS