Tíðindi
Kommunuvalið 10. november - brævatkvøður
03.08.2020
Sambært §2, stk. 3 í kommunuvallógini verður kommunuval týsdagin 10. november 2020.
Sjófólk og onnur, sum ikki rokna seg at vera heima valdagin, og veljarar, sum eru staddir uttanlands, kunnu útfylla atkvøðuseðilin í fyrsta lagi 4 mánaðir áðrenn valdagin.
Atkvøðast kann á kommunuskrivstovuni yrkadagar millum kl. 9:00 og 16:00, tó mikudag frá kl.10.00-16.00.
Liggur ikki fyri at koma á kommunuskrivstovuna, verður tú biðin um at ringja tlf. 667271 og gera eina avtalu.
Sunda kommuna