Tíðindi

Fara í Stakkin leygardagin

14.09.2020

Leygardagin 19. september verður tann afturvendandi, sermerkti dagurin í Tjørnuvík, tá ið tey fara í Stakkin eftir seyði.

Tað er ein serligur dagur, sum plagdi vera ein fastur táttur í mentanardøgunum í Tjørnuvík. Nú hevur korona sett fót fyri mentanardøgunum, so teir eru avlýstir.

Men korona sleppur ikki at seta fót fyri stakksdegnum, siga tjørnuvíkingar, og leygardagin verður tískil farið í Stakkin og hetta er samstundis fyrsti rakstrardagur í Tjørnuvík í sambandi við slakti.

Í ár eru 13 seyðir at taka, tveir veðrar, fýra ær og sjey lomb. Tað ber til frá fremmandafólki at sleppa við, men tað er avmarkað luttøka.  

Tá ið tey koma aftur úr Stakkinum, til hittast tey í bygdahúsinum og síðan verða fýra seyðir flettir og limaðir sundur og seldir á uppboði. Men tað ber eisini til at keypa livandi seyð.

Men tey leggja kortini dent á, at tiltøkini í sambandi við koronu um frástøðu og reinføri, skulu haldast.

 

Kelda: portal.fo

Seinastu tíðindi

29
jan
Kommunu­stjóri til Sunda kommunu
28
jan
Tænastugjøld á tóm býli
28
jan
Undantaks­loyvi givið til at taða í Tjørnuvík
26
jan
Barsilsfar­loyvisstarv til barnagarðs­stovu á Dagstovni­num á Flatinum
05
jan
Tøk grundøkir alment til sølu
17
des
Almennir býráðsfundir 2026
26
jan
Býráðsfundur 26. januar 2026
22
jan
Innskriving til 1. flokk