Tíðindi

Skúlin við Streymin – Ein arkitektonisk perla í Sundalagnum!

06.10.2020

Í heystferiuni lata vit dyrnar upp í okkara nýggja, stásiliga skúla og ítróttahøll. Vit vóna, at ung sum eldri koma ein túr at hyggja eftir skúlanum og fáa sær ein betri bita, sigur ein fegin Heðin Zachariasen, borgarstjóri.

Stásligur skúli og ítróttahøll

Sunnudagin, 18. oktober frá kl. 14.00, verður fyri fyrstu ferð høvi hjá almenninginum at síggja Skúlan og Ítróttahøllina við Streymin. Tey, ið hava áhuga, kunnu melda seg til eina rundvísing á skúlanum.

Verkætlanin, sum byrjaði 1. desember 2016, er størsta byggiverkætlan í Sunda kommunu nakrantíð. Nýggi skúlin, ið nú rúmar øllum næmingum frá 1.-10 flokk er bygdur saman við verandi skúla og má sigast at skúladepilin nú er vorðin ein sonn arkitektonisk perla í Sundalagnum.

Í skúladeplinum eru nútímans skúlastovur, serstovur, ítróttahøll, svimjihylur, fimleikahøll, musikskúli, bókasavn og stórt miðøki til felagstiltøk.

Tilmelding til rundvísing
Rundvísingin í nýggja skúlaum verður skipað soleiðis, at øll, sum hava áhugað, kunnu fara á heimasíðuna www.sunda.fo og melda seg til. Rundvísingin er sjálvsagt ókeypis, men má skipast við eini tilmeldingarskipan, soleiðis at ov nógv fólk ikki verða savnað samstundis.

– Skráseting til rundvísing í nýggja skúlabygninginum

100 fólk kunnu luttaka til hvørja rundvísing, sum byrjar við einum stuttum filmsbroti.

Bispur vígir skúlan
Tað verður Føroya biskupur, Jógvan Fríðriksson, sum hósdagin 15. oktober kl. 15.00 vígir Skúlan við Streymin. Orsakað av korona-tilmælunum er vígslan einans fyri innbodnum. Vígslan verður stroymd beinleiðis á heimasíðuni hjá Sunda kommunu, og vóna vit at mong nýta høvið at fylgja við hátíðarhaldinum har.

Sunnudagin 18.oktober, sum kunnugt, er møguleiki hjá almenninginum at tekna seg til rundvísing, har øll eru hjartaliga vælkomin.

Seinastu tíðindi

07
jan
Ein vinarlig áheitan á bileigarar
06
jan
Bárður Davidsen 10 ára starvsdag
05
jan
Tøk grundøkir alment til sølu
19
des
Heiðran av sløkkiliðs­fólkum
17
des
Almennir býráðsfundir 2026
07
jan
Bussleiðin avlýst
05
jan
Prísurin fyri grund­stykkir lækkar
22
des
Lesa til próvtøku um jóltíðir?