Tíðindi

Mentanardagar 2021: Ferðavinna - eitt ótroytt tilfeingi

12.09.2021

Mánakvøldið 13. september verður vinnukvøld á Torginum í Skúlanum við Streymin har ferðavinna verður á breddanum

Sunda kommuna umfatar fleiri av náttúruvakrastu perlunum í landinum, og eru hesar millum best umtóktu ferðamálunum í Føroyum. Okkara avbjóðing er at gagnnýta hetta tilfeingi og menna eina burðadygga ferðavinnu, til gagns fyri bæði vinnulívi og borgarum, í økinum.

Vit hava boðið fýra fólkum, sum á hvør sín hátt hava royndir frá ferðavinnuni at geva teirra íkast til hetta evni.

Tey eru:

  • Eyðdis Hartmann Niclasen, fyrrverandi borgarstjóri í Vága kommunu
  • Sóley Heradóttir Hammer, stjóri í Hugskotinum
  • Maud Wang Hansen, ferðavinnuíverkseti í Nólsoy
  • Sigurd Davidsen, eigari av Kajakk.fo í Hósvík

Tiltakið verður á Torginum í Skúlanum við Streymin.

Øll eru hjartaliga vælkomin.

Seinastu tíðindi

29
jan
Kommunu­stjóri til Sunda kommunu
28
jan
Tænastugjøld á tóm býli
28
jan
Undantaks­loyvi givið til at taða í Tjørnuvík
26
jan
Barsilsfar­loyvisstarv til barnagarðs­stovu á Dagstovni­num á Flatinum
05
jan
Tøk grundøkir alment til sølu
17
des
Almennir býráðsfundir 2026
26
jan
Býráðsfundur 26. januar 2026
22
jan
Innskriving til 1. flokk