Tíðindi

  • Mynd frá tiltakinum "Hvønn kennir tú á Oyri..." á mentanardøgunum í fjør

Kom við í skránna til mentanardagar 2022

10.08.2022

Vit hava pláss fyri fleiri tiltøkum í skránni og høvdu verið sera fegin at frætt frá tær, um tú hevur hug og áræði, at koma við tínum ískoyti til mentanardagarnar.

Mentanardagar 2022 verða í døgunum 8. til 17. september. Eins og undanfarin ár ynskja vit, at bjóða eina skrá við hópin av tiltøkum, framsýningum, tónleiki og mangt annað, ið sprettur úr mentanini og virkisandanum runt um í allari kommununi. Tí bjóða vit øllum, sum hava hug og áræði, at koma við sínum ískoyti til mentanardagarnar. Øll hugskot eru vælkomin, einans hugflogið setur mørk.

Vit hava enn pláss fyri fleiri tiltøkum, so um tit boða okkum frá, og senda eina stutta lýsing av tiltakinum, skjótast tilber, so taka vit tað við í skránna. Evstamark fyri at fáa tiltakið við í faldaran, ið verður borin í hvørt hús í kommununi fyrst í september, er leygardagin 20. august.

Um tørvur er á tí, kann kommunan møguliga hjálpa við onkrum um tað er tað sum skal til. Um tit hava spurningar ella hug at venda onkrum hugskoti, so eru tit vælkomin at seta tykkum í samband við Hildur Durhuus, trivnaðarsamskipara, á tel. 538145 ella hildur@sunda.fo.

Seinastu tíðindi

22
des
Lesa til próvtøku um jóltíðir?
19
des
Heiðran av sløkkiliðs­fólkum
17
des
Almennir býráðsfundir 2026
16
des
Prísurin fyri grund­stykkir lækkar
15
des
Kommunuskrivstovan fer í jólafrí
12
des
Fitt vitjan á kommunuskriv­stovuni
10
des
Stuðul til nýggjárshald
09
des
Býráðsfundur 15. desember 2025