Tíðindi

Ragnhild Mørkøre havt sín síðsta starvsdag

14.04.2025

Í nógv ár hevur hon myndað móttøkuna og fyrisitingina, fyrst í Hósvíkar kommunu, og síðani í samanløgdu Sunda kommunu

Heili 35 ár hevur Ragnhild starvast hjá kommununi. Aftaná drúgva tænastu øll hesi árini, hevur Ragnhild valt at gevast í starvi vegnað aldur. Í hesum sambandi var fráfaringarløta í farnu viku. Borgarstjórin, starvsfelagar og familja fingu høvið at siga nøkur orð.

Øll vóru á einum máli um, at Ragnhild hevur verið arbeiðssom, álítandi, fyrikomandi, hjálpsom og ein alfrøðibók innan fyrisiting. Umframt hesi var listin langur yvir jalig lýsingarorð um okkara góða starvsfelaga. Eingin ivi er um, at tað verður stórur saknur í Ragnhild á kommunukontórinum í Sunda kommunu.

Vit ynskja Ragnhild og familjuni alt tað besta í komandi tíðum.

Seinastu tíðindi

29
jan
Kommunu­stjóri til Sunda kommunu
28
jan
Tænastugjøld á tóm býli
28
jan
Undantaks­loyvi givið til at taða í Tjørnuvík
26
jan
Barsilsfar­loyvisstarv til barnagarðs­stovu á Dagstovni­num á Flatinum
05
jan
Tøk grundøkir alment til sølu
17
des
Almennir býráðsfundir 2026
26
jan
Býráðsfundur 26. januar 2026
22
jan
Innskriving til 1. flokk