Tíðindi
Býráðsfundur 28. september 2026
28.09.2026
Mánadagin 28. september 2026 kl. 17:00 verður býráðsfundur í býráðssalinum á Oyrarbakka
Á skránni eru hesi mál:
- Endurskoðan av bussleiðini í Sunda kommunu, leið 1 og 2
- Umsókn um stuðul til Fjølmentanarfamiljuleguna hjá Reyði Krossur Føroyar 2026
- Umsókn um byggiloyvi til bilhús á matr. nr. 26e við Norðskála
- Umsókn um byggiloyvi til matr. nr. 16h, Hósvík
- Marknaumskipan av vegnum út á Bakka. Oyri
- Keyp av jørð í Tjørnuvík í samband við nýggja spillvatnleiðing í bygdini
- Umsókn um at keypa part av matr nr 154a og lita b í Streymnesi
- Frítíðarskúlatørvurin við Kráir (Høliviðurskiftir) - Arbeiðsbólkur
- Umsókn um stuðul til sang um Nátturulund
- Áheitan um at flyta valhøli / valstaðið við Margáir
- Keyp av lendi til framtíðar útstykking í Sunda kommunu
- Tilboð um liðugtgerð av útstykking á Sundhøvda niðanfyri vegin
- Fíggjarætlan fyri 2027
Fundurin verður stroymdur beinleiðis. Fylg stroymingini her.