Tíðindi

Lívið sum listafólk í Tjørnuvík

10.06.2019

Listafólkabústaðurin hevur skjótt verið virkin í 5 ár. Tjørnuvík er tann bygdin har listafólk streyma til fyri at hugsavna seg um tað listarliga.

Fyrr í ár varð ein forkunnugur filmur gjørdur av hollendska filmslistamanninum Martijn Bastiaans, um hvussu tað er, at búgva í Listafólkabústaðnum í Tjørnuvík. Filmurin sæst her:

Í 2014 varð samstarvsavtala millum LISA og Sunda kommunu undirskrivað um at bjóða skúlan í Tjørnuvík sum listafólkabústað. Kommunan fegnast um, at samstarvið hevur eydnast so væl. Longu nú er skúlin bílagdur lagt inn í 2020.

Listafólkabústaðurin kann leigast føroyskum og útlendskum listafólki og listaligt virksemi, skapan, hugsavnan og líknandi í eina viku upp í tríggjar mánaðir.

Tá sókt verður um uppihald í listafólkabústaðnum, skal ein stutt lýsing av, hvat listafólkið ætlar sær við uppihaldinum, CV, tekstir, myndir og/ella annað viðkomandi tilfar sendast við umsóknini. 

Umsóknin skal sendast til lisa@lisa.fo.

Seinastu tíðindi

11
nov
Haldórsvíkarvegu­rin stongdur
10
nov
Nýggj trappa í svimji­høllini
04
nov
Jóla­trø­ini verða tendrað og jóla­brandbilu­rin vitjar
30
okt
Skatta­listin 2024
30
sep
Kavagrevstur
10
nov
DAGFØRT: Bakteriur í drekkivatni­num við Áir, Langasandi og Haldórsvík
31
okt
Avtala undirskrivað við Hósvíkar Róðrar­felag
30
okt
Umhvørvisplássið er stongt leygar­dagin 01.11.2025