Tíðindi

Sundalagið spílar seg út

06.09.2019

Nakrir spennandi og hugnaligir dagar standa fyri framman. Sunda kommuna bjóðar aftur í ár til Mentanardagar, hesaferð ynskja vit at leggja dent á bókmentir og tónar.

Fleiri stórar konsertir eru, eitt nú tann 20. September, tá Blátt Gras og New Orleans Orkestrið Eitil koma at spæla eina ókeypis konsert í nýggju høllini í Nesvík.

Bókmentir seta sín dám á vikuna í fleiri tiltøkum eitt nú í Náttúrulundini við Streymin, har forkunnug listaframsýning verður. Eisini til stóra morgunmatar borðið í Hósvík, tá børnini fáa høvi at hoyra Ingunn Christensen lesa upp úr barnabókum sínum.

Vit eru partur av ABC-fyri sálarliga heilsu, sum Fólkaheilsuráðið stendur fyri. Sálarlig heilsa snýr seg um trivnað og at virka væl í gerðandisdegnum – um alt tað, ið gevur lívinum meining, gleði og virði. Við boðskapinum; Ver virkin, ver saman og ver hugbundin, vísa vit á hvussu tað ber til at styrkja sálarligu heilsuna. Mentanardagarnir eru gott høvi at koma út, vera saman og vera hugbundin um eitt hvørt.

Latið okkum hesar dagar raðfesta felagsskapin, hugnan og njóta mongu mentanarligu tiltøkini, sum eru í okkara kommunu.

Eisini eru dagarnir eitt gott høvi at vitja aðrar bygdir í kommununi. Vit eru øll ymisk, men partur av Sunda kommunu.

Eg vil vegna býráðið bjóða tykkum øllum at vera hjartaliga vælkomin til mentanardagar 2019.

Heðin Zachariasen, borgarstjóri.

 

Mentanardagarnir byrjað hósdagin 12. september kl.19.00 við áhugaverdari og hugnaligari setanarløtu í Eydnuni á Oyrarbakka. Øll skráin fyri mentanardagarnar sæst her.

Seinastu tíðindi

29
jan
Kommunu­stjóri til Sunda kommunu
28
jan
Tænastugjøld á tóm býli
28
jan
Undantaks­loyvi givið til at taða í Tjørnuvík
26
jan
Barsilsfar­loyvisstarv til barnagarðs­stovu á Dagstovni­num á Flatinum
05
jan
Tøk grundøkir alment til sølu
17
des
Almennir býráðsfundir 2026
26
jan
Býráðsfundur 26. januar 2026
22
jan
Innskriving til 1. flokk