Tíðindi

Gera klárt til kamping í Haldórsvík

13.12.2019

Í vakra kavaveðrinum seinnapartin fríggjadagin varð, snotuligur bygningur reistur á kampingøkinum í Haldórsvík.

Talan er um ein 65m2 stóran bygning á nýggja kampingøkinum í grótbrotinum í Haldórsvík. Í bygninginum er m.a. 3 vesi við brúsu. 

Tað er Bogi Hermansen, timburmeistari, sum hevur bygt húsið, sum eftir ætlan verður innilokað áðrenn jól. Væntandi verður húsið klárt at taka í nýtslu í vár.

Kampingøkið í Haldórsvík verður rikið av Elias Hammer. Í Haldórsvík er serstakliga veðurgott  og við hesum nýggja bygninginum verður lagamanni at fara til Haldórsvíkar at kampa í summar.

Í løtuni er vetrarkamping, og longu er fultteknað. Til ber tó at seta seg á bíðilista við at ringja til tlf: 286199.

Seinastu tíðindi

29
jan
Kommunu­stjóri til Sunda kommunu
28
jan
Tænastugjøld á tóm býli
28
jan
Undantaks­loyvi givið til at taða í Tjørnuvík
26
jan
Barsilsfar­loyvisstarv til barnagarðs­stovu á Dagstovni­num á Flatinum
05
jan
Tøk grundøkir alment til sølu
17
des
Almennir býráðsfundir 2026
26
jan
Býráðsfundur 26. januar 2026
22
jan
Innskriving til 1. flokk