Tíðindi
Herverk aftur framt í Hósvík
12.02.2020
Enn einaferð kann kommunan staðfesta, at herverk er framt á almenna vesi í Hósvík. Tískil vesi nú stongt fyribils.
Tað hevur verið ein afturvendandi trupulleiki við herverki á kommunalar bygningar, og í fjør var fleiri ferðir framt herverk á innbúgviði í almenna vesinum í Hósvík. Hesir skaðar eru umvældir.
Í vikuskiftinum varð so aftur herverk framt, og tí kennir kommunan seg noydda at læsa bygningin fyribils.
Um fólk vita um hvør tað er, sum kann hava framt herverkið verða tey biðin um at venda sær til kommununa á tlf.:667271.