Tíðindi
Planta trø og fríðka um nýggja skúlan
18.06.2020
Arbeiðið við at byggja nýggjan skúla og ítróttarhøll á Oyrarbakka gongur væl. Í løtuni verður økið uttan um skúlan gjørt. Tað er fyritøkan Urtagarðstænastan v/Haraldi S. Hammer, sum er undirarbeiðstakari hjá Jóan Petur Vang, Byggimeistara, sum ger arbeiðið.
Í góðveðrinum leygardagin vórðu nakrar avbera vakrar myndir tiknar. Fleiri myndir av byggingini síggjast her.