Tíðindi

Kom við í skránna til mentanardagar!

24.06.2020

Situr tú inni við einum góðum hugskoti til mentanardagarnar í september? Nú hevur tú møguleikan at fáa títt tiltak við í skránna.

Mentanardagar 2020 verða í døgunum 10. til 19. september. Eins og undanfarin ár ynskja vit, at mentanardagarnir verða savnandi og at bjóða tiltøk runt um í allari kommununi.

Vit vilja tí bjóða øllum, sum hava hug og áræði, at koma við sínum ískoyti til mentanardagarnar. Øll hugskot eru vælkomin, einans hugflogið setur mørk.

Kommunan ger faldara í sambandi við mentanardagarnar, ið verður borin í hvørt hús í kommununi.

Eru tit áhugað í at koma við í skránna eru tit hjartaliga vælkomin at seta tykkum í samband við kommununa, í seinasta lagi 10.juli 2020.

Saman skapa vit nakrar spennandi mentanardagar.

Minnast tit hvussu stuttligt tað var í fjør? Myndir frá Mentanardøgunum 2019 síggjast her.



 

Seinastu tíðindi

09
des
Býráðsfundur 15. desember 2025
02
des
Almenn áheitan á Landsverk
01
des
Loyvi at brenna bál á nýggjárinum
27
nov
Undantaks­loyvi givið til at taða í Tjørnuvík
24
nov
Einki dagstovnagjald í desembur
24
nov
Fíggjarætlanin 2026 einmælt samtykt
24
nov
Starvs­fólk til frítíðarskúlan á Dagstovni­num á Flatinum
21
nov
Kunning um snarboð