Sjálvgreiðsla

Tíðindi

Vatnið við Gjógv

10.10.2026

Tekniskar avbjóðingar eru við vatninum við Gjógv, og UV-skipanin riggar ikki, sum hon skal. Tí verður mælt til at kóka vatnið, til nýggj boð verða givin.

Okkara umsjónarfólk hevur verið á staðnum og kanna støðuna. Avbjóðingin vísir seg at vera størri enn fyrst væntað. 

Vit halda tykkum dagførd um gongdina og boða frá, so skjótt nýggj kunning er tøk.

Haldi okkum til góðar.