Sjálvgreiðsla

Tíðindi

Koppseting ímóti beinkrím og Covid19

08.10.2026

Kunning frá læknaviðtaluni við Norðskála viðv. beinkrím og covid19 koppseting

Mælt verður til, at hesir bólkar, læta seg koppseta:

  • Tey, sum eru 65 ár og eldri
  • Fyritíðarpensjónistar (bert beinkrím)
  • Tey, sum eru í vanda fyri at gera álvarsliga sjúk, um tey fáa smittu
  • Tey, sum hava ávísar sjúkur ella niðursetta órinsverju
  • Húskið hjá teimum, sum eru í serligum vandabólki
  • Heilsu- og røktarstarvsfólk
  • BMI yvur 35
  • Barnakonur frá 13 viku

Tú kanst koppsetast fyri beinkrím og covid19 sama dag

Ert tú í iva, um tú kanst fáa koppsetingina ókeypis, kann tú venda tær til okkum við fyrispurningi. Ert tú undir 65 ár og ikki líkir krøvini fyri ókeypis koppseting ímóti beinkrím, kanst tú gjalda hetta sjálv/ur. Um tú ynskir koppseting ímóti covid19 og ikki líkur krøvini, ber til at venda sær til apoteki.

Bílegg tíð á minlaekni.fo ella ring tlf. 423006 millum kl. 8-11

Vit fara fyribils, at koppseta 12/10, 13/10, 15/10, 23/10, 29/10, 30/10, 06/11 og 20/11

Læknaviðtalan við Norðskála