Sjálvgreiðsla

Tíðindi

Magn støðin við Streymin brynjar seg til framtíðina

02.07.2020

Magn støðin við Streymin, sum lat upp í 1976, hevur nú fingið heilt nýggja útsjónd.

Handilin er umvældur innan og tað seinasta er, at øll síðan móti brúnnið er hevur fingið glas í. 

Eisini er skermur settur upp á støðini, sum er kunning til ferðafólk. Ætlanin er eisini, at gera ein café krók, soleiðis, at tey vitjandi kunnu seta seg niður at njóta eina máltíð ella kaffimunn.

Á myndini sæst Leif Niclasen sum eigur og rekur støðina saman við mammu síni Eyð Zachariasen. Komandi ár eru sostatt 45 ár síðani støðin lat upp við Streymin.