Tíðindi

Rynkeby - vitjaðu sunda kommunu

07.07.2020

Sunnudagin 5. juli vitjaði team rynkeby í Sunda kommunu.

Dagurin var langur 95 km langur hjá Rynkunum. Tey byrjaðu um morgunin og súkklaðu úr Streymnesi til Norðoyri, Ánirnar og Svínáir, áðrenn tey aftur endaðu í Streymnesi. Dagurin var góður, og bæði tunlar og tungar brekkur, samanlagt 1500 hæddarmetrar, vóru partur av túrinum.

Afturkomin til Streymnes skipaði Sunda Kommuna fyri móttøku og súkklutiltaki, tá ið móttøkan var liðug. Nógv fólk møttu, og røður vórðu hildnar, umframt at kommunan bjóðaði lagkaku, kaffi, te, v.m. 

Úr Sunda kommunu vóru tríggir luttakarar við. Trygvi Kallsoy og Jóhanna við Streym hava súkklað og Marsanna Tummasardóttir Eikhólm hevur verið við sum hjálparfólk.

Sunda kommuna fegnast um, at kunna vera við at stuðla team rynkeby, sum letur allan peningin til at hjálpa børnum við álvarsligum sjúkum og famlijum teirra.

Myndir síggjast her:

Seinastu tíðindi

29
jan
Kommunu­stjóri til Sunda kommunu
28
jan
Tænastugjøld á tóm býli
28
jan
Undantaks­loyvi givið til at taða í Tjørnuvík
26
jan
Barsilsfar­loyvisstarv til barnagarðs­stovu á Dagstovni­num á Flatinum
05
jan
Tøk grundøkir alment til sølu
17
des
Almennir býráðsfundir 2026
26
jan
Býráðsfundur 26. januar 2026
22
jan
Innskriving til 1. flokk